Framsíða

Upp

Sangir

 

Hilmar Bech skrivar um "Búgvan", ið gekk burtur 21/2-1940.

"Búgvin" hin baldi - spælir á aldu,

á síni útróðrarferð Út um Stein...

Soleiðis yrkir Christian M. Christiansen, sáli, um deksbátin »Búgvan«, sum við 8 monnum, summir í ungdómsins blóma og aðrir í bestu manndómsárum, stevndu út av vágni í Porkeri ónsdagin 21. febr. 1940. Valla mundu teir varnast, at hetta skuldi verða teirra seinasta ferð suður um Fjørðin, og at lívsfjørðurin nú eisini var rógvin, men sum orðatakið sigur: Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.

Eg var 6 ára gamal tá, men kann huga henda sorgarleikin, sum hevur sett so djúp spor her í bygd okkara. Eg havi ofta hoyrt menn, sum vóru á útróðri henda dagin, siga frá um vanlukkuna og havi kannað eitt sindur, hvat bløðini skrivaðu um hendingina, samstundis sum fólk úr øðrum bygdum eisini hava verið beinasom at geva upplýsingar hesum viðvíkjandi. Í eini blaðgrein, sum J. H. Danbjørg, sáli skrivaði 5. mars 1940, nýtir hann hetta ørindið eftir R. C. Effersøe sum ingang:

Ríkt er títt hav, gevur tær treysti og megi, veldir tær sorgir og gleði, fongríka hav.

At soleiðis er, hava føroyingar mangan sannað. Um hetta mundið skrivaðu bløðini um tann avbera góða útróðurin, sum hevði verið báðar teir fyrstu mánaðirnar av 1940. Hóast hóttanina frá krígnum, sum var byrjað um heystið 1939, so sýntist havið at vera so gávumilt, og alt tóktist at laga seg so væl; men so kom hin óbodni gesturin: Deyðin vitjaði bygd okkara, og so at siga ta einu familjuna, sum sorgin fleiri ferðir fyrr hevði lagt sína nívandi hond yvir. Týsdagin 20. februar vóru bátarnir á útróðri og væl varð fiskað, so ónsmorgunin 21. løgdu allir bátar frá landi, tí veðrið var gott. Tann leiðin, sum útróðrarmenn høvdu besta álitið á at royna, var tá eins og nú, Uttan Stein (á Munkagrunninum), um veðrið og streymurin vóru til vildar. Dagurin var ikki so langur, so bátarnir løgdu frá landi áðrenn tað lýsti, og leiðin gekk suðureftir.

»Búgvin« fór henda morgunin saman við øðrum deksførum úr Vági Út um Stein. Tá maskinbátarnir komu nakað suður, hildu menn, at tað var ikki ráðiligt at fara Út um Stein beinan vegin, teir vildu síggja, hvussu dagurin tók seg upp, og tí settust teir flestu nakað eystur úr Akrabergi, um Dalagrynnuleiðina; teir róku so nakað suður og stimaðu síðani norðurfrá aftur. Tað rak ógvuliga hart, og sum dagurin kom, køvdi hann av í mjørka, og sjógvurin gjørdist tungur við síðari aldu, so maskinbátarnir royndu at halda seg áleið har, sum teir settust um morgunin, og hvørja ferð teir nærkaðust suðurímóti, so hoyrdist dunið frá »stronginum«, sum var uppi, og frá briminum á Flesjunum.

Fyri betur at kunna greiða frá hvussu umstøðurnar vóru hjá teimum, sum fóru Út um Stein, har »Búgvin« sum longu nevnt eisini var, lata vit útróðrarmenn siga frá.

Arni Mohr úr Vági var á útróðri við »Merkur«, og hann sigur, at tey flestu deksførini sigldu naka út úr Sumbiarsteini, áðrenn tey settust um morgunin. Lókindini vóru góð og fiskur at fáa, men sum tað leið út á fyrrapartin, fór hann at lota av landsynningi, og rættilig alda kom í sjógvin. Teir sóu tá »Búgvan« inni vestan fyri teir, men umleið kl. 11 køvdi hann av í mjørka, so einki sást; sjógvurin gjørdist ógvuliga kjøkrutur. Teir hildu tað ikki vera ráðiligt at sita og fóru tí at sigla kl. 3 fyri at fáa fatur í landi, áðrenn náttarmyrkrið kom á teir.

Teir hildu kósina eftir kumpassini soleiðis, at teir skuldu farið langt úr Steininum eystureftir og ætlaðu so at lodda seg eystur av Munkagrunninum, áðrenn teir hildu norður fyri Suðuroynna, men teir høvdu ikki siglt meir enn 20 min., nú brýtur fyri framman, og tá var tað boðin, sum liggur vestur úr Sumbiarsteini, so teir komu beint í Stein. Hesum høvdu teir ikki roknað við; rákið hevði teir nógv meiri inn enn mett. Nú vistu teir hvar teir vóru og sigldu so spakuliga, men drúgv tíð gekk, og teir vóru ikki á Vági fyrr enn kl. 7.

Teir sum kenna til streymviðurskiftini Uttan Stein siga, at tá hann veit landsynning í ella er landsynningur, tá rekur ofta nógv inn, og henda dagin hevur tað verið heilt óvanligt inn-vesturrák, sum ivaleyst hevur forrátt teir á »Búgvanum« og aðrar, sum vóru illa staddir henda dagin.

Tá høvdu menn eingi tól at miða seg eftir uttan kumpassina og fýrarnar, men fýrurin á Akrabergi sást ikki í mjørkanum, og tá var eingin tokulúður; men bløðini skrivaðu nógv um ein slíkan júst í sambandi við 21. februar 1940; tó, tokulúðurin kom ikki á Akrabergi fyrr enn í nítjan hundrað og sjúti árunum.

Teir flestu menn, ið eg havi tosað við, og sum vóru á útróðri henda dagin siga, at teir høvdu ein ávísan ampa á sær, tí tað kendist so tyngjandi við so tjúkkum mjørka, tungari aldu og óvanligum ráki.

Teir flestu maskinbbátarnir royndu tí at fáa landkenning, áðrenn myrkrið kom, tí teir vistu, at brim var við landið, og tí var ráðiligast at taka land, áðrenn náttarmyrkrið seig yvir Suðuroynna.

Nógvir bátar vóru úti henda dagin og fleiri komu saman úti á sjónum og fylgdust so til lands.

Ymiskt var sum teir komu í land, summir komu rættiliga beinir, meðan aðrir komu langt av leið; m. a. kom »Dalfossur« úr Porkeri í Flesina á syðra armi á Trongisvágsfirði.

Ein av deksbátunum sum var Uttan Stein, var »Saturn« á Gørðunum, og við honum var m.a. Esbern Holm í Vági. Teir stimaðu tvær ferðir fram við "Búgvanum" um dagin í mjørkanum. Hann sigur, at teir sótu á fiskileið til myrkt var um kvøldið. Tá teir fóru at sigla, stimaðu teir fyrst eitt sindur út, áðrenn teir løgdu eysturyvir og loddaðu seg eysturav og síðani norðuryvir.

Tað gekk drúgv tíð, áðrenn teir komu í land, og teir kendu ikki beinan vegin hvar teir vóru staddir, men tá ein løta var liðin, vóru teir greiðir yvir, at teir vóru komnir inn í Lítlu Dímun. Síðani hildu teir leiðina móti Porkerisnesi, og tá teir nærkaðust, reiv eitt lítið sindur í, so teir sóu fýrin. Teir komu á Vág út ímóti midnátt.

Ein annar vágbingur, sum var á útróðri við »Cheerfull« henda dagin, var Ove Leo. Hann sigur, at teir vóru eisini staddir Uttan Stein, men fóru seinrapartin at stima móti landi, og Jóan Petur Joensen, sum var formaður, stýrdi, motorpassarin stóð við »regulatorin«, meðan allir hinir stóðu á bógnum og hildu útkikk; tá teir høvdu siglt nakað, hóma teir brot fyri framman og rópa um at »dreyga« vesturyvir, men tað gjørdi róðursmaðurin ikki, hann mól róðrið, so skipið snaraði eysturyvir, og tað var teirra bjarging, tí teir vóru komnir inn á boðarnar við eystara enda á Sumbiarhólmi, so um teir høvdu malið vesturyvir, komu teir undir brotini frá boðunum, og so var eingin bjarging.

Onkur av Vágsbátunum kom í land undir Beinisvørði, og onkur mundi farið í briminum á Akrabergstanga; teir máttu bakka frá aftur, og onkur annar var eisini illa staddur við Sumbiarhólm.

Í Porkeri komu allir bátarnir aftur um kvøldið uttan »Búgvin«, men í Vági vóru fleiri ikki komnir, tá tað leið út ímóti midnátt, men teir komu tá allir uttan »Leif«; í Lopra var tað maskinbáturin »Tusk«, ið ikki kom aftur um kvøldið. Tá vóru fólk farin at kenna órógv um bátarnar, og » Smiril« , sum lá á Vági, og ein bátur, sum at »Hjalmar« fóru at leita, men teir sóu einki og vóru eisini illa staddir í mjørkanum. Dagin eftir vóru betri líkindi, og tíðliga tórsmorgunin kom »Leif« á Vág. Tá teir ikki vóru greiðir yvir, hvar teir vóru, kastaðu teir akkerið um náttina, men tá tað lýsti í, lógu teir út fyri Vágsfirði. »Búgvin« og »Tusk« vóru framvegis ikki komnir morgunin eftir, og tí fóru nógvir bátar at leita eftir teimum. Aftan á middag dagin eftir frættist, at »Tusk« var komin til Skopunar. Við »Tusk« vóru 4 menn á útróðri, Johannes Nielsen og synirnir Johan og Meinert og so Jens Sofus Vestergaard, allir úr Lopra. Teir høvdu sett línu um morgunin, og fóru so at halda snørið, meðan línan stóð; men so kom mjørkin, og teir funnu ikki línuna aftur. Fóru síðani at leita eftir landi, men kumpassin hevur svikið, tí teir eru farnir vestur gjøgnum Reystina í kyrrindunum, tí tað var rættiliga slætt, og so norður við Suðuroynni vestanfyri. Dagurin leið og kvøldið kom, men teir fingu ikki fatur í landi; tá náttin kom, løgdu teir stilt, og tá lýsti morgunin eftir, fóru teir aftur at sigla og komu inn til Skopunar. Har avreiddu teir fiskin, fingu bensin og hildu so leiðina suðuryviraftur; kl. 11 tórskvøldið 22. komu teir aftur til Lopra. Hesar upplýsingar hevur Hans Andersen útvegað.

»Búgvin« var framvegis ikki afturkomin, og leitingin gav einki úrslit, samstundis sum tað frættist, at ymiskt var rikið upp á land í Sumba, sum kundi stava frá »Búgvanum«, og tí brustu vónirnar um, at tey sum fyrr høvdu mist so nógv, heldur ikki hesa ferð skuldu síggja nakran av sínum kæru aftur á líivi. Ein deksbátur úr Vági, »Føringur«, sigldi fram við »Búgvanum«, tá hann fór til lands, og tá stóðu teir við snørið; men »Búgvin« kom ikki aftur; teir bóru ikki boð í bý.

Hvussu »Búgvin« kann vera farin, verða bert gitingar, tí eingin veit frá einum at siga.

Sum longu nevnt halda menn, at rákið hevur sett »Búgvan« longur inn vestur, enn teir hava roknað við, og meðan teir hava siglt eysturyvir, eru teir helst komnir so nær Sumbiarhólmi, at teir einki hava varnast fyrr enn teir vóru í vandasjógvi, tí sum nevnt, nógv brim var við landið, og boðarnir við Sumbiarhólm vóru uppi, og mjørkin var so tjúkkur, at ikki sást fram um stavn.

Í Sumba var eingin bátur á útróðri, tí tað var ikki hugsingur um at flota bát fyri brimi, men tá tað kyrraði nakrar dagar eftir vanlukkuna, drógu teir bát og fóru við nótakikara at hyggja í vónini um at finna onkran av teimum sjólætnu aftur, men teir funnu ongan. Fram við strondini í Sumba varð skipað fyri vaktarhaldi á tann hátt, at menn skiftust um í bólkum at ganga vakt. Ein teirra, sum enn er á livi, og sum var við at ganga vakt, var Jóhannes Vestergaard (Jóhannis í Steinhúsinum) í Sumba. Jóhannis heldur, sum longu er nevnt, at tað, sum rak á land í Sumba, og vrak sum sást flóta, ber boð um, at »Búgvin« helst er farin við Sumbiarhólm. Hann sigur, at umleið klokkan tvey náttina millum 26. og 27. februar, tók hann við vakt saman við Jósef Kjærbo (Jósef Eystan Á) og Johan Andrias Kjærbo ; (Hanni hjá Hanni á Gaddi); hesir eru báðir deyðir. Teir høvdu stóra lummalykt og karbidlykt at lýsa við. Stutt eftir, at teir tóku við vakt, sóu teir, at eitt lík sló upp á land, og teir fingu bjargað tí, og bóru tað niðan á bakkan. Hetta var á einum staði, ið kallast Undir Fimmarajørð, áleið har sum malarbrúgvin endar eystureftir. Við tað sama teir lýstu, kendi Jósef Eystan Á, at tað var líkið av Petur Jensen (Petur í Hóli).

Ein ungur maður, Lars Kristiansen (í Kerinum), kom teimum til hjálpar. Síðani vaktu teir fyri at fáa kirkjulykilin, og líkið varð borið í kirkjuna. Stivlin var uppi á vinstra beini, men tann høgri var burtur. Líkið var óskalað. Petur í Hóli hevði ur í lummanum, og tað var steðgað umleið kl. 8.

Mikudagin 28. februar var bønarhald í Sumbiar kirkju, og kirkjan var full av fólki. Líkið av Peturi í Hóli varð síðani flutt við bili hjá Sumbiar kommunu til Lopra og haðani við postbátinum »Sigmundi« til Porkeris, tí tá var vegurin millum Vág og Lopra ikki liðugur. Sumbingarnir, sum høvdu verið við til at bjarga líkinum, og aðrir sumbingar fylgdu við til Porkeris og bóru líkið í heimið í Hólinum, har nógv fólk varð komið saman. Jóannis í Steinhúsinum sigur, at tað kendist svárt at koma í heimið hjá Mikkalinu í Hólinum, nú hon hevði mist sonin Petur og seks ommusynir. Hon segði fyri teimum, at Petur hevði biðið um at fáa einar nýggjar hosur um morgunin, áðrenn hann fór, tí man visti aldri, hvar man kom aftur at landi, sum hann tók til. Dagin eftir, 29. februar, var jarðarferðin úr heiminum í Hólinum og í Porkeris kirkju. Slík mongd av fólki hevði neyvan verið til eina jarðarferð í Porkeri fyrr – Øll bygdin syrgdi, og fólk vóru komin úr øðrum bygdum til at fylgja og fyri at vera við í sorgini. Teir, sum komu við líkinum, til Porkeris, bóru tað eisini til gravar, og tað var Thulesen prestur, ið hevði jarðarferðina, sum samstundis var ein minningargudstænasta yvir hinar sjey bátsfelagarnar, sum komu at hvíla í vátu grøv. Thulesen prestur bar fram hetta: Hvussu havið einaferð skal geva tey aftur, sum har hvíla, og ølll tey, sum eru í grøvini og á havinum, skulu hoyra rødd Harrans...

Teir sum sjólótust við »Búgvanum« vóru: Petur A. Jensen, 44 ár, ógiftur, Michael Mortensen, 33 ár, giftur, Johan Müller, 27 ár, giftur, Danjal Jacob Müller, 32 ár, ógiftur, Poul Müller, 25 ár, ógiftur, Petur Emil Djurhuus, 21ár, ógiftur, Michael Djurhuus, 19 ár, ógiftur, Kjärlav Petersen, 17 ár, ógiftur.

7 teir fyrstu vóru av somu ætt, og tann áttandi, Kjärlav Petersen, var úr næsta grannahúsi hjá Mikkalinu, har fleiri av hinum høvdu sína dagligu gongd. Mikkalina í Hólinum, sum nú var 83 ár; misti her sín seinasta son, sum eftir var og seks ommusynir; mannin Mikkjal á Fossinum og tveir synir misti hon, tá »Heygabáturin« gekk burtur í nov. 1904, og tá misti hon eisini tveir brøður og ein bróðurson. Tá »Norðstjørnan« gekk burtur í mars 1910 doyði maður til eina av døtrum hennara, Johan Úti á Klova, sum var faðir at Michael Mortensen, ið nú sjólætst. Fleiri aðrir av hennara næstringum umkomust eisini á sjónum.

Michael var giftur við Helenu á Miðjørð, og tey áttu eina dóttur, Nancy.

Dagin fyri sum »Búgvin« gekk burtur, fór systir til Helenu á Miðjørð til gravar, og tí var Michael ikki á útróðri tann dagin. Petur í Hóli var heldur ikki á útróðri, tí hann var eisini við til jarðarferðina; hann var elsti maður á »Búgvanum« og formaður; Lars í Gjørðum var við sum formaður fyri hann henda dagin.

Petur í Hóli sigldi annars sum bestimaður við »Agnes Louisu« , og Lars í Gjørðum var skipari.

Johan Müller (Amba) var giftur við Charlottu uttan Heyga, og tey áttu ein son John, og hon bar tann næsta, Johan undir belti. Johan Müller (Amba) var sjúkur týsdagin 20. februar, og tí var svágur hansara Petur uttan Heyga við fyri hann.

 Sámal Müller, bróðir til teir tríggjar, sum hava eftirnavnið Müller, var við »Búgvanum« týsdagin, men bleiv sjúkur og fór tí ikki til útróðrar ónsdagin.

Hvussu tey, ið varaðu av teimum 8, sum fórust við »Búgvanum«, komu ígjøgnum slíka trongd, tað duga vit so illa at fata, men eg trúgvi, at tað er tí tey hava gjørt, sum tað stendur í Sálmi 55, 23. v.: Kasta tína byrðu á Harran, og hann skal halda tær uppi!